Sjómaðurin skal sleppa framat

Tá limirnir í Fiskimannafelagnum nú skulu atkvøða um, hvør skal vera formaður í felagnum næstu trý árini, verða tvey valevni í at velja.

 

Freistin at stilla upp var úti á miðdegi í dag, og tá var greitt, at Sniálvur Røvilsberg í Skopun stillar upp ímóti formanninum síðstu níggju árini, Jan Højgaard.

 

Sniálvur Røvilsberg hevur áður verið nevndarlimur í Fiskimannafelagnum, og hann greiðir soleiðis frá, hví hann stillar upp til formansvalið. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við formansvalevni.

 

Fiskimannafelagsformaðurin verður valdur fyri trý ár í senn og úrslitið verður klárt 1. februar 2016, tá skeiðið hjá sitandi formanni gongur út.