“Sjokolátavirkið” er ein handil við m.a. hondgjørdari konfekt og bommum, sum verða  seld eftir vekt. Sjokulátan verður virkað til í smáum nøgdum í handlinum, soleiðis at hon er so nýggj og frísk sum gjørligt. 
 
Eisini eru ymiskir gávultir at fáa í handlinum sum t.d. krukkur, skálir og kurvar við konfekt, sigur Peturbjørg Poulsen. 
 
Sjokulátavirkið er í N. Finsensgøtu, millum Radiohandilin og Hjalmar Jacobsens bókahandil, har sum Heimavirkið var.
 
 
 










