12 kakur
100 gr av smøri
2 egg
2 1/2 dl av sukri
1 1/2 tsk av vaniljusukri
1/2 tsk av salti
4 súpsk av kakao
2 dl av hveitimjøli
1/2 tsk bakpuluvri
Glaring
25 gr av smøri
1/2 pkt av Philadelphiaosti
1 msk av vaniljusukri
1/2 pkt av florsukri
Fruktfarva
Pynt
Cupcakes:
Set ovnin á 200 hitastig. Smelta smørið og lat tað kølna. Píska egg og sukur saman. Blanda turra tilfarið, og rør tað varðisliga niður í deiggið. Stoyt smørið í. Lat deiggið í muffinsformar og baka í 10-15 minuttir.
Glaring:
Smelta smørið, og lat tað kølna. Blanda ostin saman við vaniljusukrinum. Lat smørið og florsukrið í. Set kalt. Pynta tá køkurnar eru kølnaðar.










