Tey flestu munnu vera samd um, at sjokoláta smakkar væl, men tey fægstu munnu vita, at sjokolátuídnaðurin brúkar fátæk børn sum fyrsta liðið í framleiðsluni. Ekstrablaðið skrivar í dag, at í Fílabeinsstrondini verða børn brúkt í kakao-plantasjunum. Tey fáa onga løn og verða hótt við lívinum, um tey royna at flýggja.
Tey seinastu árini hava myndugleikarnir funnið meiri enn 300 børn í plantasjunum, og tey yngstu vóru seks ára gomul. Samstundis vórðu 48 mannasmuglarar tiknir.
Børnini eru ikki bara úr Fílabeinsstrondini, men eisini úr grannalondunum Burkina Faso, Mali og Niger, skrivar Ekstrablaðið.