Sjokoláta við góðari samvitsku

Góð tíðindi til tey, ið elska sjokolátu

Tey flestu eru óivað samd í, at sjokoláta smakkar framúr væl. Tey, ið elska sjokolátu kunnu eisini gleðast yvir, at fleiri kanningar vísa, at sjokoláta eisini hevur fleiri heilsuligar ágóðar. Danski miðlin idenyt.dk nevnir fýra í eini grein.

 

 

1. Lætna av sjokolátu

Ein kanning úr ritinum Archieves of Internal Medicine hevur funnið framt til, at fólk, sum við jøvnum millumbilum eta eitt sidnur av sjokolátu, eru klænri enn tey, sum sjálvdan eta sjokolátu. Kanningin vísti, at fólk, sum eta sjokolátu fimm ferðir ella meir enn tað um vikuna hava eitt lægri BMI enn tey, sum ikki eta so ofta. 

 

 

2. Halt matarlystin í teymum við sjokolátu

Mungar tú øgiliga illa eftir søtum, so er tað ikki so býtt at eta eitt sindur av sokolátu. Orsøkin er, at tað í sjokolátu eru natúrligar trevjur, sum minka um matarlystin. Etur tú tí nakað av sjokolátu, kann tað verða, at tú etur minni av kalorium gjøgnum dagin, enn tú hevði gjørt, um tú als ikki fekst tær sjokolátu. 

 

 

3. Minka um vandan fyri hjartasteðgi og heilabløðing

Sambært eini kanning í ritinum BMJ í 2012, so kann eitt sindur av sjokolátu um dagin minka um hjartasteðg og heilabløðing hjá sjúklingum, sum eru í vanda fyri hjartaæðrasjúkum.

 

 

4. Bøt um virksemi í heilanum við sjokolátu

Ein gransking í vísundaliga ritinum Neurology vísir á, at etur tú javnan sjokolátu, so kann sjokolátan vera við til at bøta um heilavirksemi. Í kanningini varð ein bólkur av eldri fólkum kannaður. Tey skuldu drekka tveir koppar av kakao í 30 dagar. Síðani varð heilavirksemi hjá royndarfólkunum samanborin við áðrenn kanningin byrjaði. Úrslitini vístu, at flutningurin av blóði til heilan vaks við 8,3 prosentum, tey mintust betri, og tey kláraðu seg betri í øðrum kognitivum kanningum, skrivar idenyt.dk