Sjokk: Stórliðini fullu á heimavølli

Trý tey ovastu liðini í Premier League taptu øll heldur óvæntað í FA Cup í dag

Sjarman við steypakappingum er ofta, at tey smærru liðini heldur óvæntað, kunnu vinna á teimum størru. Og sigast má, at steypakappingarfótbólturin í Onglandi í dag, vísti seg frá síni mest sjarmerandi síðu.

 

Hóast oddaliðið í Premier League, Chelsea, var stórur favorittur á heimavølli móti Bradford úr triðbestu ensku deildini, so var tað Bradford, sum tók øll á bóli, tá teir á útivølli vunnu heili 4-2 móti Chelsea. Chelsea hevði annars tamarhald á dystinum, tí eitt skifti í fyrra hálvleiki, var Chelsea á odda 2-0. Men tað eydnaðist Bradford at venda dystinum á høvdið, soleiðis at hann endaði við 4-2 sigri til útiliðið.

 

Næstbesta liðið í Premier League, Manchester City, fekk eisini ein skelk á heimavølli í dag, tá Championship liðið, Middlesbrough vitjaði. Middlesbrough vann dystin á Etihad stadium við tveimum málum móti ongum, og tað vóru fá, ið høvdu væntað tað undan dystinum. Sigurin hjá Middlesbrough var tó fult uppiborin. Sjónligt var at gestirnir tordu at fara eftir sigrinum.

 

Triðja oddaliðið úr Premier League, Southampton, spældi á heimavølli móti Crystal Palace, sum eisini er úr Premier League. Hóast Southampton var favorittur undan dystinum, so var talan tó ikki um eitt líka yvirraskandi úrslit sum tey bæði omanfyri. Crystal Palace vann á útivølli 3-2 móti Southampton.

 

Av øðrum óvæntaðum úrslitum, kann nevnast at Blackburn Rovers á heimavølli vann 3-1 móti Swansea, og at Tottenham á heimavølli tapti 1-2 móti Leicester.

 

Úrslitini í dag:

 

Blackburn Rovers – Swansea 3-1

Birmingham – West Bromwich Albion 1-2

Cardiff – Reading 1-2

Chelsea – Bradford 2-4

Derby – Chesterfield 2-0

Man City – Middlesbrough 0-2

Preston North End – Sheffield United 1-1

Southampton – Crystal Palace 2-3

Sunderland – Fulham 0-0

Tottenham – Leicester 1-2