Sjokk: Spania er úti

Verandi heimsmeistararnir úr Spania megnaðu ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.

Heimsmeistararnir úr Spania megnaðu púra óvæntað ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum og eru harvið úti av HM. Hetta er greitt eftir at teir í kvøld taptu 2-0 ímóti Kili.

 

Tað gjørdist skjótt greitt, at Spania als ikki fekk loyvi at spæla sítt eyðkenda spæl vegna ógvuliga ágangandi spæl hjá Kili. Kviku leikararnir hjá Kili lúrdu í mótálopunum, og tá ið 20 minuttir vóru farnir legði Eduardo Vargas Kili á odda eftir eitt skjótt og væl spælt álop.

 

Stutt fyri hálvleik var aftur galið hjá Spania. Iker Casillas bjargaði frísparksroynd fyri føturnir á Charles Aranguiz, sum sparkaði bóltin í mál til óvæntaðu hálvleiksstøðuna, sum var 2-0 til Kili.

 

Í seinna hálvleiki var eyðsæddur fjáltur á sponsku leikarunum, sum ikki fingu frið frá ágangandi kilenskum leikarum. Sergio Busquets hevði ein risa møguleika at minka um munin tíðliga í sienna hálvleiki, men hann misnýtti á skammiligasta hátt og var hetta í grundini ein góð mynd av endaspælinum hjá Spania.

 

Við 2-0-tapinum í kvøld er Spania úti av HM við eyðmýkjandi málúrtøku upp á 1-7 eftir fyrstu tveir dystirnar. Hetta er fyrstu ferð í HM-søguni, at verandi heimsmeistarin tapir tveir teir fyrstu dystirnar í HM-endaspælinum eftir.

 

Tað er nú greitt, at Holland og Kili hava spælt seg víðari úr bólki B. Tey bæði liðini hittast í síðsta bólkadystinum – ein dystur um at vinna seg víðari sum 1-ari. Dysturin ímillum Spania og Avstralia er ein týdningsleysur dystur um hvør skal gerast nr. 3 og 4.

 

Spania – Kili 0-2 (0-2)

0-1: Eduardo Vargas, 20.

0-2: Charles Aranguiz, 43.

 

Spania: Iker Casillas - Cesar Azpilicueta, Sergio Ramos, Javi Martinez, Jordi Alba, Sergio Busquets, Andres Iniesta, Xabi Alonso (46. Koke) David Silva, Diego Costa (64. Fernando Torres) Pedro (76. Santi Cazorla)

Kili: Claudio Bravo - Eugenio Mena, Mauricio Isla, Gary Medel, Gonzalo Jara, Charles Aránguiz (64. Felipe Gutierrez) Arturo Vidal (88. Carlos Carmona) Francisco Silva, Marcelo Díaz, Eduardo Vargas (85. Jorge Valdivia) Alexis Sánchez

 

 

Dómari: Mark W. Geiger (USA)