Fótbóltur
Eftir sigurin á KÍ týskvøldið legði Skála seg á odda í bestu deildini. Tað plássið høvdu teir helst eisini sett sær fyri at varveita sunnudagin, men tann parturin av ætlanini miseydnaðist. Og tað so ruddiliga eisini.
Hjartað gekk fyri
VB hevði nevnliga gjørt sær greitt, hvussu teir skuldu taka Skála. Fyrst og fremst, so royndu gestirnir at binda fyri í verjupartinum, har lítið og einki pláss varð latið Jónhard Frederiksberg og Boga Gregersen, og so gjørdist uppgávan alt meira trupult hjá Skála, tá tað ikki bar til at spæla upp á vanliga so vandamiklu áleypararnar.
Samstundis, so megnaðu vágbingarnir eisini at standa rætt á miðvøllinum. Har hava Pauli G. Hansen og Nenad Stankovic annars verið vanir at seta treytirnar við ágangandi pressi og kvikum sendingum, men heldur ikki hetta riggaði hjá Skála. Og tá hjartað á liðnum ikki pumpar, so setir ikki nóg mikið av blóðið út til restina av liðnum.
Gott kontra-spæl
Samstundis, sum vágbingar soleiðis høvdu gott skil á verjupartinum, so gav hetta eisini úrslit niðaneftir vøllinum. Longu fyri steðgin vóru ábendingar um gott kontraspæl, og tí partinum hildu teir fram við í seinna hálvleiki.
Og eitt korter fyri leiklok gav hetta eisini at bíta. Dan Djurhuus, sum var mest sum einsamallur á toppinum, varð sendur púra leysur avstað. Hann setti beina kós móti málinum, men tá hann skuldi fara framvið Vlada í málinum, varð hann rendur umkoll.
Dómarin metti tó ikki, at talan var um nakra brotsgerð, men lukkutíð fyri VB endaði bólturin beint fyri føturnar á Nenad, sum uttan at himprast sendi í tóma netið.
Samstundis var hetta tað seinasta, sum Skála-málverjin gjørdi í dystinum. Ein skaði tóktist at arga, og samanstoyturin við Dan gjørdi ilt verri, og so varð Eugen Voda, sum annars hevði hitað væl og virðiliga upp, settur at verja málið.
Tóku av
Málið fekk kanska Skála at rakna nakað. Í øllum førum gjørdu teir nú eina roynd at seta meira ferð á, men tað hjálpti tó ikki tað stóra. Vágbingarnir høvdu framvegis gott tak á, og tó at Skála royndi at trýsta, so gjørist talan ikki um stórt meira enn at lossa nakrar bóltar oman móti málinum, har Bjarni Johansen ikki hevði stórvegis trupulleikar.
Og so varð talan um mest sum sensatión. VB, sum higartil í ár hevur havt hampuliga misjøvn úrslit, hevði skrætt Skála av tindunum. Talan var kanska ikki um tann mest raffineraða fótbóltin, men tað munnu vágbingar leggja vertin á. Teir spældu einfalt og skilagott. Teir hildu seg til setningin allar 90 minuttirnar, og so tóku teir eisini møguleikan, tá hesin beyðst.