Kann alt Leirvík hitast við sjóhita? Tað er spurningurin, ið Jarðfeingi skal kanna.
Tað er í samband við, at norðurlendski orku-granskingarstovnurin hevur játtað eina millión krónur í stuðli til kanningararbeiðið, at gongd verður sett á málið. Tað skrivar Eysturkommuna á síni heimasíðu.
At talan er um eina verkætlan, ið kann kollvelta orkubrúkið hjá bygdafólkunum og kommununi, dylur kommunan ikki fyri, tá verkætlanin verður lýst á heimasíðuni.
- Verkætlanin í Leirvík skilir seg frá øðrum verkætlanum við sjóhita, við at hon leggur lunnar undir at útvinna sjóhita til alla ella stórar partar av bygdini við eini felags skipan. Til dømis kann rørleiðingin, sum er løgd til kirkjuna, veita sjóhita til eini 15-20 vanlig hús afturat kirkjuni.
Tað er Fríðfinnur Johnsson, ið eigur hugskotið, ið hevur lagt lunnar undir verkætlanina, og hevur hann virkað fyri henni síðani 2007.
Nú verður tað tó landsstovnurin Jarðfeingi, ið tekur við leiðsluni av verkætlanini og ger tær kanningar og arbeiði, ið eru neyðugar fyri at staðfesta, hvussu verkætlanin kann førast út í lívið.

Mynd: Eysturkommuna
Sjóhiti skal hita Leirvík

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna