Sjógæti við Norðskála, sum er veitari av ymiskum fiskavørum og fiskafarsi til føroyska marknaðin, byggir í løtuni virkið út við umleið 100 fermetrum aftrat, soleiðis at arbeiðsplanurin nú verður umleið 300 fermetrar tilsamans.
Gólvini í gamla bygninginum verða eisini gjørd av nýggjum, og virkið fær tvær separatar kloakkir - eina til hvítan fisk og eina til laks.
Umframt at Sjógæti nú fær sjálvvirkandi roykiovn til ávikavist heita og kalda royking, fær virkið eisini nógv betri umstøður við køli-og frystirúmum og móttøkurúmum til rávøru.
Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæta, sigur, at við útbyggingini og dagføringini fer Sjógæti eisini at lúka tey krøv, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir til tær framleiðslur, sum virkið hevur og fer at hava.
- Vit fara í fyrsta lagi at roykja fyri Miklagarð, og rávøran verður primert laksur og makrelur. Royktan laks kenna flestu okkara, men heitt royktur makrelur er eisini serstakliga góð matvøra.
Stjórin sigur, at tey eisini hugsa um onnur fiskasløg, eitt nú kaltroyktan svartkalva.
- Tað er føroyska marknaðin, vit hugsa um við roykingini, og eg eri ógvuliga spentur upp á hesar nýggju møguleikar hjá virkinum, sigur Hans Marius í Byrgi við Vikublaðið, sum verður borið í hvørt hús mánadagin komandi.










