Sjófrágreiðing verður í næstu viku

Týsdagin ella mikudagin verður sjófrágreiðing um vanlukkuna við Kambi

 

Hildið verður fram við at leita eftir teimum báðum saknaðu monnunum, eftir at frystilínuskipið Kambur sakk í gjár. 

Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, sigur við útvarpið, at danska skaðanevndin kemur til landið í dag at kanna vanlukkuna.

Sjófrágreiðing verður týsdagin ella mikudagin í næstu viku.