Sjófólkið eigur at heiðrast

- Fólkini, ið dag og dagliga stríðast í eini vinnu, sum landið í stóran mun livir av, hava uppiborið ein dag, har tey og teirra fak kemur í fokus, sigur John William Joensen

Ein dagur, har fiskivinnan og fólkini, ið starvast í vinnuni, verða sett í fokus. Tað var endamálið við tí fyrsta Sjómannadegnum, sum var hildin í Klaksvík í 2005.

 

 

Hetta vikuskiftið verður Sjómannadagurin hildin fyri 10.ferð.

 

 

- Fyri níggju árum síðani tosaðu vit als ikki um, at tað skuldi blíva til fleiri Sjómannadagar. Vit vildu bara skipa fyri einum degi, sum snúi seg um sjófólki og fiskivinnuna, men longu tá fyrsti Sjómannadagurin var farin aftur um bak, vóru vit greiðir yvir, at talan skuldi blíva um eitt afturvendandi tiltak. Áhugin fyri degnum hevur alla tíðina verið til staðar, og eg haldi, at vit øll kunnu blíva samd um, at sjófólkið hevur tað uppiborið.

 

 

Tað sigur John William Joensen, ið er ein av høvuðsfyriskiparunum av Sjómannadegnum í Klaksvík.

 

 

Líka síðani 2005, tá tann fyrsti Sjómannadagurin varð hildin, hevur John William Joensen verið fastur partur av fyrireikingartoyminum, ið telur 10 mans. Hóast drúgv tíð og nógv orka  verður brúkt upp á at fyrireika Sjómannadagin, er John William Joensen als ikki í iva um, at tað hvørt ár er stríðið vert.

 

 

- Eg vil siga, at tað er tann positivi andin, sum hvørt ár hevur verið um tiltakið, ið ger, at eg og eisini hinir fyriskipararnir hava hug til at skipa fyri Sjómannadegnum ár eftir ár. Fyri meg persónliga eru tað tær góðu afturmeldingarnar og reaktiónirnar, sum eg fái frá fólki, sum fáa meg at føla, at tað er tað heila vert, sigur John William Joensen.

 

 

Ein ávísur partur av Sjómannadegnum er tó heilt serstakur fyri John Willliam Joensen.

 

 

- Løtan, tá skip og bátar verða heiðrað, er heilt serlig, tí at síggja menn, sum vanliga ikki eru í fokus, fáa slíkan heiður, er ótrúliga stuttligt og hugaligt. Tann løtan er nakað heilt serligt fyri meg, sigur John William Joensen.