Sjófólk, sum eru yvir 18 ár, skulu hava minst 10 tíma hvílitíð um samdøgurið. Tað stendur í eini nýggjari kunnferð, sum nú er sett í gildi. Eftir kunngerðini kann hvílitíðin verða býtt í tvey, har onnur hvílitíðin minst skal vera seks tímar – og tað kunnu í mesta lagi vera 14 tímar ímillum báðar hvílitíðirnar. Tilsamans skal hvílitíðin verða minst 77 tímar um vikuna.
Men tað stendur eisini í kunngerðini, at tá ið fiskiskapur ella hagreiðing av veiddum fiski, gera tað neyðugt, kann tað víkjast frá krøvunum um hvílitíð, men tað skal so heintast inn aftur beinanvegin, tað ikki er neyðugt longur.
Sjófólk, sum eru undir 18 ár skulu hvíla minst 12 tímar um samdøgurið og sum heild skal tað vera ímillum á midnátt og klokkan fimm um morgunin. Sjófólk undir 18 ár, sum ganga vakt, kunnu býta hvílitíðina í tvey, har onnur hvílitíðin skal vera minst níggju tímar, og tað skulu vera í mesta lagi 12 tímar ímillum. Tilsamans skal hvílutíðin í einari viku í minsta lagi vera 84 tímar.