Sjøtul settur á arbeiðið at broyta fólkaskúlan

Nú skulu bygnaðarbroytingar gerast í fólkaskúlanum, men endamálið er sveimandi

 

Nú er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal endurskoða bygnaðin í Fólkaskúlanum.

 

Tað skrivar Skúlablaðið í morgun.

 

Forkvinna í arbeiðsbólkinum er Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum og Magnus Tausen, stjóri á Námi, er skrivari.

 

Hinir nevndarlimirnir eru Frida Poulsen, fulltrúi í Mentamálaráðnum, André F. Danielsen, valdur fyri Kommunufelagið, Eyðun Christiansen, valdur fyri Kommunusamskipan Føroya, Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt, Jensebeth Absalonsen, skúlastjóri í Viðareiðis skúla og Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

 

- Nevndin hevur havt sín fyrsta fund, og tá vóru landsstýrismaðurin og aðalstjórin í Mentamálaráðnum við og kunnaðu um endamálið og arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum, sigur Skúlablaðið.

 

Arbeiðssetningurin tekur støði í endamálsorðing fólkaskúlans, har tað stendur, at fólkaskúlin er ein almennur skúli, sum skal bjóða eina dygdargóða og fjølbroytta undirvísing, sum stuðlar tí einstaka næminginum í fjølbroyttu persónligu menningini.

 

Hinvegin er endamálið við bygnaðarbroytingunum rættiliga sveimandi og óítøkiligt.  

 

- Endamálið er, at fólkaskúlin verður skipaður soleiðis at tilfeingið, bæði fíggjarliga og menniskjansliga, verður gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt, so at allir næmingar fáa bestu læriumstøður og møguleikar fyri fakligari og sosialari menning.

 

- 
Eitt av høvuðsmálunum við arbeiðinum er, at land og kommunur samstarva um at skipa ein bygnað í fólkaskúlanum, sum skal vera grundarlagið undir einari tilgongd, har bæði fakliga støðið, valmøguleikarnir og sosialu umstøðurnar hjá næmingunum verða ment.