Sjóvínnuhúsið verður aftur í ár karmur um Vísindavøkuna.
Vísindavøkan fær munandi meira pláss í ár. Framløgur verða eins í fjør hildnar í Kongshøll, og í ár verða framsýningar og tiltøk hjá granskingarstovnunum á øll um Svalanum.
Í tjaldi á parkeringsplássinum uttanfyri fer Havstovan at sýna fram fiskar, og lærarar og næmingar frá Glasi fara at skipa fyri ymiskum eksperimentum.
Framsýningarnar og tiltøkini inni í húsinum eru serliga ætlaðar næmingum frá miðdeild og uppeftir. Í tjaldinum uttanfyri verða eisini framsýningar og tiltøk, ið hóska til tey smærri børnini.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Vísindavøka – serblað í Sosialinum 6. september










