Hvussu fegin vit so vilja tað, so er tað als ikki vanligt í Føroyum, at kavi er á jólum. Og heldur ikki í ár boða veðurfrásøgnirnar frá kava á jólum
Boðað verður frá nógvum vindi næstu dagarnar.
Men tað er ein maður í Havn, sum fylgir sera væl við veðrinum. Tað er Birgar Johannesen, sum hvønn dag síðani 2008 hevur skrivað niður, hvussu veðrið hevur verið hvønn dag í árini.
– Eg síggi, at í 2009 og í 2010 vóru jólini hvít. Tó fór at regna annan jóladag í 2010, sigur Birgar Johannesen, tá vit fregnast hjá honmum eftir hagtølum um kava og jól.
– Eg byrjaði at skriva niður veðrið hvønn dag í 2008, so eg havi einki longur aftur enn tað, sigur hann.
Hann vísir annars á, at onkrar av hinum jóladøgunum hevur okkurt smávegis verið av vátakava, men ikki hvít jól.
Skulu vit trúgva veðurtíðindunum, so verða hetta sjeyndu jólini uttan kava – í øllum førum í Havn.