Sjeyndu ferð á rað

Heldur ikki FC Suðuroy megnaði at steðga NSÍ, sum leygardagin vann sjeynda sigurin á rað. Sigurin var fult uppiborin, tí hóast FC Suðuroy var væl við í spælinum, skapti liðið ov lítið til at hótta NSÍ, ið verri enn so spældi upp til sítt besta

NSÍ hevði vunnið síðstu seks dystirnar og FC Suðuroy tapt teir síðstu fýra. So á ein hátt vóru liðini á hvør sínari beinu kós – men tó við øvugtum fortekni. Dysturin leygardagin broytti heldur einki, tí eftir hann hevði NSÍ vunnið sjey á rað, og FC Suðuroy mátti fara suðuraftur við fimta tapinum á rað sum viðføri.
Heimaliðið var greiður favorittur, og hóast spælið bara í løtum koyrdi, sum tað hevur gjørt tað í onkrum av undanfarnu dystunum, var sigurin fult uppiborin. Og hóast NSÍ hevði nógv fleiri kjansir enn FC Suðuroy, ber ikki ordiliga til at siga, at NSÍ skuldi vunnið meira, tí FC Suðuroy var í løtum væl við. Serliga fyrsta korterið eftir steðgin kundu suðuroyingarnir gjørt um seg, tí tá fingu teir í eina góða løtu heimaliðið at hopa aftur eftir hæli.
– Vit vistu, at tað fór at vera strævið ímóti FC Suðuroy, hóast liðið liggur niðast. Teir eru desperatir eftir at fáa stig, men vit skuldu snøgt sagt bara vinna dystin. Spælið var ikki so gott hjá okkum, men vit eru øgiliga glaðir fyri stigini, segði Jústinus R. Hansen, ið arbeiddi væl á NSÍ-miðvøllinum.
Hann var eisini upphavið til fyrra málið, tá hann vann bóltin frá Obi Charles og rak fram í høgru síðu, áðrenn hann sendi væl innfyri, har Klæmint A. Olsen í øðrum umfari fekk bóltin í málið. Tá var eitt gott korter farið av dystinum, og næstu løtuna hevði NSÍ fleiri ferðir møguleika at økja.
Eitt nú fekk Klæmint einar tveir góðar bóltar frá Debes Danielsen, ið saktans kundu givið mál, men ikki bar til. Og tann størsta kjansin átti Christian Høgni Jacobsen, tá hann slapp púra leysur ímóti málinum, men skjeyt fleiri metrar við síðuna av. Toppskjúttin hevur nú ikki skorað í fýra dystum!

NSÍ tamarhald á
Beinanvegin eftir steðgin hevði Jann Martin Mortensen eisini gyltan møguleika at økja um leiðsluna, tá hann spældi saman við Christian Høgna, sum við hælinum sendi bóltin inn um verjuna hjá FC Suðuroy. Men í tveimum førum fekk Stanislav Kuzma vart fyri, so einki kom burturúr.
Síðani kom besta løtan hjá FC Suðuroy, ið legði nógv fyri og trýsti av øllum alvi. Burtur úr tí komu eitt nú fleiri hornaspørk, men kortini ikki teir stóru kjansirnir. Tó fekk Jón Krosslá Poulsen ein, ið saktans kundi givið eitt útjavnandi mál. Hann tamdi eitt innlegg við bringuni og smekkaði til, men bólturin fór beint oman fyri yvirliggjaran…
Eftir hetta vann NSÍ seg innaftur í dystin og hevði fyri tað nógva sama tamarhald á støðuni, sum liðið hevði tað í fyrra hálvleiki. Og eitt korter fyri dystarenda kom seinna málið, sum í veruleikanum avgjørdi dystin. Andras Gango sendi eitt málspark yvir á hina hálvuna, har Klæmint fekk forlongt við høvdinum inn um verjuna til Debes Danielsen, sum kom spurtandi og tamdi bóltin, áðrenn hann kaldliga sendi hann inn undir málverjan hjá FC Suðuroy, ið kom út ímóti.
Ikki fyrr enn heilt ímóti endanum fingu suðuroyingarnir hol á, tá Mamuka Toronjadze, ið var sera eyðsýndur á miðvøllinum hjá FC Suðuroy, sneiddi einar fýra ella fimm NSÍ-arar av, áðrenn hann spældi út í vinstru síðu til innskifta Henning G. Joensen, ið fór um koll, tá Jónhard Frederiksberg legði fót fyri hann. Brotssparkið setti Jón Krosslá Poulsen trygt í málið, hóast Andreas Gango fór rætta vegin.
– Vit vistu av áðrenn, at hetta fór at vera torført, og vit vónaðu eisini, at vit kundu fáa eitt stig við heimaftur. Men tá vit fingu málið, var tað ov seint. Annars haldi eg, at spælið hjá okkum var í lagi, og hóast vit liggja aftast, er nógv enn eftir av kappingini, so vit royna at arbeiða og satsa víðari, segði málskjúttin hjá FC Suðuroy.