Seinnapartin í dag verður fult umfar í 1. deild í fótbólti. Sambært upprunaliga yvirlitinum hjá FSF var ætlanin, at hetta umfarið skuldi spælast í morgin. Seinni hevur kappingarnevndin boðað frá, at umfarið er flutt til í dag.
Talan er um 7. umfar, og skráin sær soleiðis út:
HB-SÍ: Høgni Hansen
FSV04-TB: Dagfinn Olsen
B36-LÍF: Bárður Mortensen
KÍ-ÍF: Regin Egholm
NSÍ-B68: Jan Skoradal
Støðan eftir seks umfør:
B68 16 stig
FSV04 13 stig
ÍF 11 stig
TB 10 stig
LÍF 10 stig
NSÍ 9 stig
KÍ 6 stig
HB 6 stig
SÍ 3 stig
B36 3 stig