Sjeynda røðan hjá Kaj Leo

Í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen at halda sína sjeyndu ólavsøkurøðu. Stórur spenningur er um røðuna, tí at løgtingsvalið lúrir.

Í dag fer Kaj Leo Holm Johannesen at halda sína sjeyndu ólavsøkurøðu. Stórur spenningur er um røðuna, tí at løgtingsvalið lúrir.

 

Politiska støðan er sera spent, og tí kann væntast, at Kaj Leo Holm Johannesen fer at taka allan iva burtur og skriva út val í dag.

 

Andstøðan hevur boðað frá, at tey fara ikki at leggja fram misálitisuppskot á løgmann í dag – ein av grundgevingunum er málið um fiskidagarnar, sum skal viðgerast í næstu viku. Eisini hevur andstøðan sagt, at tey vilja ikki órógva ólavsøkuna við einum misálitisuppskoti. Tí verður eitt misálitisuppskot lagt fram, so skal tað vigerast alt fyri eitt.

 

Løgtingsval skal verða í seinasta lagið 29. oktober. Tað er um tríggjar mánaðir.