Síðani vit fingu heimastýrisskipanina í 1948, er tað bara hent einaferð áður, at Javnaðarflokkurin hevur sitið so leingi uttan fyri politiska ávirkan. Tað var aftan á valið í 1950. Javnaðarflokkurin var í fyrsta landsstýrinum frá 1948-50 saman við Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Eftir valið í 1950 hildu Javnaðarmenninir, at alt var leyst og liðugt, og at samgongan kundi halda fram, tá Sambandsflokkurin boðaði teimum frá, at hann hevði skipað samgongu saman við Fólkaflokkinum. Hendan samgongan helt fram í 1954, tá teir fingu Sjálvstýrisflokkin aftur at sær.
Í 1958 vann Javnaðarflokkurin stórsigur á løgtingsvalinum, og varð gamla samgongan frá 1948 endurskipað, men hesaferð undir leiðslu av Javnaðarflokkinum, sum á fyrsta sinni fekk løgmann, Petur Mohr Dam.
Javnaðarflokkurin fekk sítt besta úrslit nakrantíð á valinum í 1962, hóast tingmannatalið var tað sama. Flokkurin fekk tá 27,6% av atkvøðunum, men endaði tó aftur í andstøðu, tá Sjálvstýrislandsstýrið varð skipað. Men eftir valið í 1966 kom flokkurin aftur í landsins leiðslu, og sat hann við róðrið fram til valið í úrstíð í 1980, í 16 ár. Tað er tað longsta samanhangandi skeiðið nakar flokkurin hevur sitið við landsins leiðslu. Her skal tó viðmerkjast, at tá Petur Mohr Dam doyði í 1968, tók Kristian Djurhuus, varaløgmaður, úr Sambandsflokkinum við løgmansstarvinum til valið í 1970, tá Atli Dam gjørdist løgmaður. Eftir valið í 1980 skipaði Sambandsflokkurn landsstýri við Paula Ellefsen sum løgmanni.
Javmaðarflokkurin kom aftur í landsstýrið eftir valið í 1984 við Atla Dam sum løgmanni. Men hendan samgongan misti meirilutan við valið í 1988, tá Jógvan Sundstein úr Fólakflokkinum gjørdist løgmaður.
Í 1990 vann Javnaðarflokkurin stórsigur og fekk 10 fólk vald á ting. Javnaðarflokkurin fekk hesaferð 0,1% minni undirtøku enn í 1962.
Hóast flokkur so harafturímóti fekk størsta ósigurin nakrantíð í 1994, tá flokkurin misti helvtina av tingmanningini ? og fekk á leið sama valúrslit sum í 1936, so helt flokkurin fram í samgonguni eftir valið í 1994 ? undir leiðslu Sambandsfloksins.
Men flokkurin valdi at fara úr samgonguni í 1996 og fara í andsstøðu, og har situr hann enn?









