Sjeynda finalan hjá Maldini

Ikki óvæntað er Paolo Maldini tann spælarin, sum hevur flestu royndirnar, tá liðini fara á vøllin í kvøld. Maldini hevur verið í sjey europa-cup finalum, harav hann hevur vunnið tær fýra. Alessandro Costacurta hevur spælt fimm finalaur og Clarence Seedorf hevur spælt fýra finalur. Seedorf er annars einasti spælarin yvirhøvur, sum hevur verið í Champions League við trimum feløgum. Nevnliga við Ajax, Real Madrid og Milan.