Sjeynda DM-heitið til Gade

Peter Gade spældi sunnudagin DM-finalu í badminton móti Kenneth Johansen. Sum væntað, so gjørdist talan um favoritt-sigur á 2-0, men fyrsta settið lúrdi sensatiónin eina løtu. Tað eydnaðist tó Gade at taka hetta við 22-20, og í næsta settinum gjørdi hann skjótt av. Hetta endaði við 21-11 sigri til Gade, sum soleiðis kann rópa seg danska meistara fyri sjeyndu ferð.