Sjey vilja hava vatnið í Lopra

Vinnumálastýrið hevur fingið sjey umsóknir um rættin at gagnnýta reina vatnið úr Sumbiarbergholinum. Støða verður tikin til umsóknirnar um ein mánað

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, fer um ein mánað ella so at taka støðu til, hvør skal fáa loyvi at gagnnýta reina kelduvatnið í bergholinum millum Lopra og Sumba.

Freistin at søkja um loyvi var úti 2. oktober, og inn eru komnar sjey umsóknir.

Av teimum sjey umsøkjarunum eru fýra, sum ætla at tappa vatnið og selja tað sum útflutningsvøru.

Tvær umsóknir eru frá kommunum, sum ynskja at nýta vatnið til drekkivatn. Onnur umsóknin er frá Sumbiar Kommunu og hin frá Porkeris Kommunu.

Porkeris Kommuna hevur haft stórar trupulleikar av skitnum drekkivatni. Reinsiverkið í bygdini hevur ikki virkað, og tí hevur kommunan umhugsað at leiða vatn yvir fjørðin úr Lopra.

Sjeyndi umsøkjarin søkir um loyvi til at sleppa at nýta vatnið í sambandi við eina smoltstøð.


Eingin favorittur

Vinnumálastýrið er ikki komið so langt í viðgerðini av umsóknunum, at nøkur enn hevur fingið fyrimun.

Men Gunnar Holm Jacobsen, sum í Vinnumálastýrinum umsitir málið við vatninum í Sumbiarbergholinum, sigur, at stýrið í næstum fer at velja nakrar umsøkjarar burturúr. Hesir verða síðani kallaðir inn til at greiða vinnumálastýinum nærri frá ætlanum sínum.

Løgtingslógin um vatnið í Sumbiarbergholinum áleggur landsstýrismanninum í vinnumálum at leggja dent á, at umsøkjarin hevur neyðugan førleika at fremja ætlanina, og at vatnið verður gagnnýtt á skilabestan hátt.

Tí vil hann tryggja sær at hava so gott innlit í ætlanirnar hjá umsøkjarunum, sum gjørligt, áðrenn hann tekur støðu til, hvør skal fáa rættin til vatnið.


Møguliga tvey loyvi

Í Vinnumálastýrinum vísa tey ikki aftur møguleikanum fyri, at tvey loyvi verða latin til at gagnnýta vatnið í Sumbiarbergholinum.

Tað kann møguliga hugsast, at onkur av teimum, ið vil sleppa at útflyta vatnið, kann deila loyvið við eina av smáu kommununum, ið vil hava vatnið til drekkivatn.

Men Gunnar Holm Jacobsen vísir á, at eingin støða enn er tikin, og at fleiri av umsøkjarunum hava gjørt vart við, at teimum nýtist loyvi til at gagnnýta alt vatnið.