Sjey valevni bjóðaðu seg fram

Stór undirtøka var fyri aðalfundinum hjá Heilsuhjálparafelag Føroya, har ikki fyrri enn 202 limir møttu.

Heilsuhjálparafelag Føroya hevði sín árliga aðalfund leygardagin 14. apríl, har eitt nú val av nevndarlimum og tiltakslimum var á skránni.

 

Undirtøkan fyri aðalfundinum var rættiliga góð, og 202 limir møttu. Sjey valevni vóru til nevndarvalið, og vórðu Halla Klein og Sunniva Simonsen afturvaldar. Tiltakslimir eru Ragnhild Rasmussen og Svenn Martinsson.

 

Nevndin hevur skipað seg við Mary Antonsdóttir sum forkvinnu, Sunnivu Simonsen sum næstforkvinnu og nevndarlimunum, Hallu Klein, Fríðhild Winther og Marjun Petursdóttir Jensen.