Broytt marknaðarviðurskifti gera, at fyritøkan Sansir hevur sagt sjey fólkum úr starvi í dag Samskiftisfyritøkan Sansir hevur í dag sagt sjey fólkum úr starvi, ogt við Dimmalætting sigur stjórin, Høgni Rasmussen, at ein broyttur marknaður er orsøkin.
Talan er um fimm fólk hjá Sansum í Føroyum og tvey fólk á skrivstovuni í Danmark, sum í dag eru send til hús.
Høgni Rasmussen sigur við Dimmalætting, at meðan tað tey seinnu árini hevur verið ein støðugur vøkstur á økjum so sum webráðgeving og strategiskari ráðgeving, so er tað traditionella lýsingararbeiði minkað, og tað eru fólk, sum hava starvast innan hetta øki, ið eru søgd úr starvi.
Eftir uppsagnirnar í dag starvast nú 32 fólk hjá Sansum.









