1. september ella so fáa vágafólk nýggjan prest fyri David Johannesen, sum fer úr starvinum í august.
Áhugin fyri starvinum er stórur, tí umsóknirnar eru sjey í tali.
Kallið í Vága prestagjaldi er tað níggjunda embætið, ið verður sett, síðani umsitingin av fólkakirkjuni kom á føroyskar hendur á ólavsøku 2007.
Eftir ólavsøku byrjar setanartilgongdin, og umleið 20. august verður navnið á prestinum kunngjørt.
Tann komandi sóknarpresturin tekur við kallinum 1. september ella so skjótt, sum til ber.