Í gjár gjørdi løgreglan í Suðuroy ferðkanningar ymsastaðni kring oynna. Løgreglan sigur, at tilsamans vórðu sjey bilførarir tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tann eini koyrdi heili 120 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har hann bara hevði loyvi at koyra 80. Hann sleppur at halda fram at koyra, men noyðist at taka koyrikortið av nýggjum fyri at varðveita koyrikortið. Hann fær eisini eina trivaliga bót. Annars fingu tríggir bilførarir klipp í koyrikortið og teir fáa eisini bót. Harafturat fingu tríggir aðrir bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt.
Tann, sum koyrir meiri enn 21 kilometrar um tíman meiri enn loyvt er, fær klipp í koyrikortið og tann, sum koyrir meiri enn 30 kilometrar meiri enn loyvt er, sleppur at framvegis at koyra bil, men skal taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir Men tann, sum koyrir meiri enn 50 kilometrar meiri um tíman enn loyvt er, missur koyrikortið á staðnum. Hetta er galdandi fyri persónbilar og motorsúkklur. Fyri størri bilar eru reglurnar strangari.
|