Sjey stjørnur til Grímu

Leygarkvøldið var leikurin »Móðir Sjeystjørna« frumframførdur á Meiðarínum í Havn. »Góðska er ein realitetur, ein veruleiki«, sum stjørnuskaldið undir Varða vildi vera við, staðfestir ummælarin

»Eg skrivaði Móður Sjeystjørnu í einum stórum, eydnuríkum íblástri«, segði William Heinesen í eini samrøðu í áttatiárunum. Og helst hava limirnir í leikbólkinum Grímu kent tað sama, tá teir hava arbeitt við at seta hesa skaldsøguna á pall, tí útkomin úr Meiarínum leygarkvøldið var eg ikki í iva: »Góðska er ein realitetur, ein veruleiki«, sum stjørnuskaldið undir Varða vildi vera við. Ikki bara teir spontanu menniskjansligu gerningarnir, framdir av næstrakærleika, men so sanniliga eisini góðskan, kvaliteturin í føroyskari leiklist 2000.

Tað er nevniliga heldur enn ikki ein djørv roynd hjá leikrithøvundanum og leikstjóranum, Ega Dam, og hansara fólki at fara undir at flyta eina so poetiska søgu á ein ítøkiligan pall, men kveikjarin William megnar enn á hundrað ára degnum at vera ein inspiratiónskelda hjá føroyskum listafólki.


Lív

Komin innar í meiarímyrkrið verða vit nevniliga beinanvegin sogin inn í tað serliga universið, har sjálvt lívið byrjar. Unga gentan Antonia, dóttir tann góðvarna keypmannin, eigur eitt barn. Men eins ektaður og móðurkærleikin hjá Antoniu er, eins óektaður er hesin hjálparleysi nýføðingurin í eygunum hjá Trinu, ið sum frægast og eftir bestu sannføring hevur roynt at uppalt Antoniu. Jákup, sum hesin drongurin verður doyptur, er nevniliga føddur uttan fyri hjúnarlag, og er sostatt sambært hesi serligu kristnifatan enn ein frukt av kunnleikans træi. Og tær vaksa sum ókrút, skulu vit trúgva tí eldru.

Men munur er á kvinnum, og meðan Trina gamla í sínum einsemi neyvan hevur kent tey mongu mannfólkini, eru tað fleiri, ið verða hugtiknir í tí ungu Antoniu, sum við sínari lívsgleði og merkiligu erotisku útstráling er keldan til alt framhaldandi lív, sum tó er og skal njótast her og nú.

Tað gongur tó ikki so væl hjá tí óivað vituga, men turrisliga og smávandna læraranum, Napoleon, at gera Antoniu lukkuliga. Hann dugir sína søgu og brúnu bøkur uttanat, men gloymir, at kærleikin hjá Romeo til sína Juliu var størri enn alt mannavit. Betur riggar hjá tí meira festliga Gravara Peturi, sum dugir at spæla harmoniku og at reypa frá sínum ferðum á heimshøvunum, at vinna hjartað hjá Antoniu. Tað eydnast tó Trinu at styggja hendan unga sjarmørin burtur, sum ikki er av so »góðum« fólki, og tí ikki nóg góður til hesa ungu gentuna.


Sonurin

Men lívið vil tó altíð vinna ? eisini á tí ónda og á deyðanum ? og hóast sóttin herjar, og Antonia saman við so nógvum øðrum doyr á ungum árum, veksur sonurin Jákup upp í sínum egna hugaheimi, har alt er nýtt.

Trina, sum enn einaferð hevur fingið uppgávuna at uppala eitt barn, roynir aftur sum frægast at gróðurseta sína kristnifatan í hetta lítla barnið, og verja tað móti synd og ólevnaði sum livandi hugflogi, pimparíi og kortspæli.

Tað er tó strævið hjá Trinu, hvørs lívsfilosofi áhaldandi minnir á, at verðin er ónd, at halda á spæla hin sjálvvalda leiklutin sum tann, ið altíð skal døma síni syndugu medmenniskju. Tá hevur ein nevniliga úr at gera, og lítli Jákup og hugaheimur hansara hóra undan tí myrka og lívsnoktandi áganginum frá Trinu. Ikki við beinleiðis uppreistri, men barnsligum forvitni og fantasii.


Heilt avrik

Sum áður nevnt er Móðir Sjeystjørna ein sera poetisk skaldsøga, sum hevur ikki sørt av mytiskum flogi og formi í sær. Tað var tí spennandi leygarkvøldið at síggja hvussu Gríma, ið er sera trúgv mótvegis bókini, megnaði at flyta heimsins nalva, gomlu Havnina, har alt upphav byrjaði og tók skap, á pall í Meiðarínum. Og júst pallurin var eisini við til at gera hesa framførsluna til eina heildarmynd. Tað má sigast at sveinastykkið hjá tí unga scenografinum royndist avbera væl. So við og við vórðu funktiónirnar við pallinum opinberaðar fyri okkum áskoðarum, og gjøgnum allan leikin stuðlaði scenografiin leikarunum og søgugongdini, og ikki minst saman við tónleikinum undirstrikaði hetta tað skiftandi huglagið. Pallmyndin stjól ongantíð sjálva myndina, men var við til at skapa eindarmyndina, ið Móðir Sjeystjørna sum sjónleikur er. Vit møta nevniliga nógvum persónum í leikinum. Ja, eg taldi fjúrtan í tí snøggu og kunnandi leikskránni, men hesum megna teir seks leikararnir úr Grímu at geva lív, uttan at áskoðarin verður ørkymlaður av teimum ofta títtu skiftunum. Her sleppa vit rættiliga at síggja hvussu fjøltáttaðum og gávuríkum sjónleikarum Gríma veruliga er mannað av.


Leikritið

Tað er heldur ikki á hvørjum degi at nýggj føroysk leikrit síggja dagsins projektørljós, og sum heild er tað enn einaferð hepnast Ega Dam væl at skriva leikrit. Sjálvandi leita tankarnir altíð aftur til upprunasøguna, tá talan er um kenda bók, og tað vil so vera, at onkrar nuancur og brigdi hvørva, tá ein miðil verður útskiftur við annan og enntá konkretiseraður. Eitt nú kundi tú spurt um grundina til óndskapin og misskiltu góðskuna í leikinum, og um persónarnir, ið umboðaðu daprasta svartskygni, í grundini ikki kundu verið lýstir meira sympatiskt og við størri medviti, hóast áskoðarin tó sær hvørjum korum tey liva undir. Alt hevur jú sína orsøk.

Móður Sjeystjørnu haldi eg tó vera eitt heppið val, tá talan er um eina søgu, sum skal umboða kjarnuna í skaldskapinum hjá Williami, tí hesin mytiski og samstundis stutti og greiði frásøguhátturin lýsir kanska betur sjálva góðskuna, sum sambært høvundanum hóast alt býr í menniskjanum, enn hevði tað sosialrealistiska perspektivið fingið takið á forteljingini, sum t.d. í onkrari av teimum eldru og drúgvaru skaldsøgunum, men sum hinvegin tó kanska kundi sýnt okkum, hví menniskjuni gera sum tey gera.


Tillukku Gríma

Slíkt kann ein altíð hugsa um aftan á, tá leikurin er sodnaður í sinninum, men meðan eg sat og hugdi, kendi eg meg bæði heima í hesum mytiska frumbýnum, har lítli Jákup var dømdur at vaksa til mans millum góðsku, skygni og alt køvandi mistreysti, og eg ræddist, tá tær gróðursettu myrku kreftirnar, sóu út til at vinna.

Men størstur av øllum er hóast alt kærleikin, og eins og tokkin til leiklistina ivaleyst hevur drivið verkið hjá Grímu, eiga vit eisini at vera góð við okkara yrkisleikbólk, sum enn einaferð hevur ríkað okkum við einum góðum leiki. Onkuntíð hevur tað kanska sæð út sum hesin bólkur kanska skuldi fingið somu lagnu sum okkurt av børnunum í Móður Sjeystjørnu, nevniliga at blíva offrað í sínum ungdómi á onkrum vígvølli av profitthungrandi valdsharrum ella berari líkasælu. Men sigast má, at Gríma sum langt síðani er farin um tey tjúgu, hevur fingið tað at rigga á Meiðarínum.

Sjeystjørnan verður eisini nevnd Pleiadurnar. Hesar vóru í griskari mytologi tær sjey døturnar hjá Atlasi, ið noyddist at bera himnahválvið á sínum herðum. Hiðani kunnu vit bert staðfesta, at í hesum døgum ber Gríma lættliga hæddirnar í føroyskari leiklist, og vón mín er, at tey framhaldandi fara at vísa okkum, at góðska veruliga er ein realitetur.

Sjey stjørnur til Ega og tey.