Sjey stig til HB og eitt stig til B68

Útjavnandi málið hjá Aleksandur Ó. Jensen farna leygarkvøld gjørdi, at HB ikki fekk fullan pott móti B68 hetta kappingarárið

HB vann tveir dystir og tann triði dysturin millum HB og B68 hetta kappingarárið endaði við einum málríkum javnleiki.

 

Sostatt gjørdist úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum millum HB og B68 í Betrideildini sjey stig til HB og eitt stig til B68. Útjavnandi málið hjá Aleksandur Ó. Jensen farna leygarkvøld gjørdi, at HB fekk ikki fult stigatal móti B68 hesaferð.

 

Málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er 9-4 til HB.

 

HB-B68 4-1 (3-1) - 5. mars

 

B68-HB 0-2 (0-0) - 4. juni 

 

HB-B68 3-3 (2-2) - 30. september.

 

Kelda: FaroeSoccer