Sjey steypadystir seinnapartin

Steypafótbóltur verður frá klokkan 14.30 og í seks tímar

Fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið verður seinnapartin. Fyrsta bríksl verður á Vágseiði klokkan 14.30, og tað verður ikki helmað í fyrrenn klokkan umleið 19.50, tá ið síðsta bríksl verður í Gundadali.

 

Í gjár varpaði Giza/Hoyvík við 2-0 sigri á niðara vølli í Gundadali B68 úr steypakappingini. Tað er longu greitt, at í hvussu so er eitt annað lið úr næstbestu deildini verður partur av fjórðingsfinaluni. Um tað verður EB/Streymur ella 07 Vestur verður avgjørt við Margáir seinnapartin.

 

Í trimum førum er talan um uppgerð millum lið í Effo-deildini og lið í lægri deild.

Lægst stadda liðið, sum í dag fer at royna seg í steypakappingini, er Undrið, sum í landskappingini er í triðju deild. Undrið kvalifiseraði seg í fyrsta umfar við 26. mars at vinna 2-0 í Miðvági. Í dag fær Undrið vitjan av Skála, sum er partur í bestu deildini.

 

FC Suðuroy í næstbestu deildini, sum í innleiðandi umfarinum vann 4-2 á Royn, eigur heimavøll ímóti Víkingi, sum hevur vunnið steypakappingina fýra tey seinastu árini.

HB, sum er topplið í fremstu deildini, fær seinnapartin vitjan av B71, ið er aftast í næstbestu deildini.

 

Í trimum førum er talan um innanhýsis uppgerð millum lið í bestu deildini.

Talan er um grannauppgerð á Argjum, har B36 fer at vitja. Tá ið hesi liðini hittust í landskappingini í Gundadali 3. apríl, reið tað um snarið, áðrenn tað var greitt, at B36 vann 2-1.

 

Talan er um grannauppgerð í Fuglafirði, har KÍ fer at vitja. Tá ið hesi liðini hittust í landskappingini í Fuglafirði 10. apríl, vann KÍ trivaligan 4-0 sigur, hóast tað leikliga var rættiliga javnt.

 

TB og NSÍ hittast næstu fýra dagarnar tvær ferðir við Stórá í Trongisvági. Í dag verður tað í steypakappingini, og mikudagin klokkan 16 verður tað í landskappingini.

 

ÍF-KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00

EB/Streymur-07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

HB-B71: Eiler Rasmussen kl. 15.00

Undrið-Skála: Bjarki Danielsen kl. 18.00

AB-B36: Rúni Gaardbo kl. 17.15

TB-NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00

FC Suðuroy-Víkingur: Lars Müller kl. 14.30