Sjey skúlabørn doyðu í NATO-loftálopi

Altjóða herleiðslan í Afghanistan leggur al-Qaeda undir at fjala seg ímillum sivilfólk í moskum og skúlum.

Fleiri fólk og teirra millum sjey børn doyðu, tá flogfør hjá altjóða ISAF-herliðinum í Afghanistan bumbaðu eina støð hjá al-Qaeda leygarkvøldið. Ein talsmaður hjá ISAF segði aftan á álopið, at fleiri vápnaðir menn vóru millum tey deyðu, men at álopið tíverri eisini hevði kostað sjey børnum lívið.

 

-Hetta er enn eitt dømi um, at al-Qaeda brúkar eina mosku og ósek sivilfólk til verju, segði talsmaðurin hjá teimum útlendsku herdeildunum.

 

NATO-keldur søgdu í gjár, at tey sjey børnini, sum doyðu í loftálopinum, vóru seks og sjey ára gomul, og at tey gingu í einum koranskúla. Sambært keldunum er tað rættiliga vanligt, at børn í Afghanistan fara í koranskúla, tá tey eru um seks ára aldur.

 

Nakrar tímar undan loftálopinum brast ein ógvuliga sterk bumba í einum løgreglubussi í høvuðsstaðnum Kabul. Atsóknin, sum var tann ringasta síðani innrásina fyri seks árum síðani, kostaði meiri enn 30 løgreglumonnum lívið.

 

Teir seinastu mánaðarnar hava meiri enn 120 sivilir afghanar latið lív í álopum hjá teimum útlendsku herdeildunum. Nógvir afghanar eru sera misnøgdir við framferðina hjá teimum útlendsku hermonnunum, og í seinastuni hava fleiri kravgongur verið, har fólk hava kravt Hamid Karzai, forseta frá og teir amerikonsku hermenninar av landinum.