Leygardagin hin 15. februar klokkan 15 kemur Hilmar Kass inn á Strendur at greiða frá um handlarnar í Heygsstøð.
Hann fer eisini at greiða frá um bátarnar í Gerðum, sum gingu burtur hin 8. februar 1889.
Henda dagin fyri 125 árum síðan sjólótust sjey mans úr tveimum húsum, fýra brøður, pápi og tveir synir.
Fyrrverandi løgtingsmaðurin fer haraftrat at greiða frá um býlingin í Gerðum um hetta mundi.
Tey, sum standa aftan fyri undirhúsið á Strondum, siga, at møguleiki verður eisini at sita inni í Pensionistahúsinum.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at hoyra, hvat Hilmar Kass veit at siga, er heilsanin av Strondum.










