Sjey sekund av metinum

Jutta Thomsen noyddist at svimja sítt allarbesta, tá hon vann kappingina í 800 metra frí

Munurin niður til næsta svimjaran var nevnliga ikki meira enn trý sekund. Og við gamla metinunm hjá Juttu vildi hetta merkt, at hon vildi verið fýra sekund aftan fyri vinnaran.

Sjey sekund var nevnliga tað, sum hon kvetti av gamla metinum hjá sær. Men hon viðgekk eisini, at tað var hart.

Seinasta pettið av teininum minkaði munurin niður til næstu kvinnuna, sum var av Cayman Islands eisini nógv, men heilt javnt gjørdist ongantíð. Eisini hóast tað tað einu løtuna tóktist, sum “doyði” Jutta, tí hon hevði lagt ov hart út.

- Ov hart vil eg ikki siga. Men tað var hart. Og eg føldi gott nokk sýruna í kroppinum til síðst, tá eg var ordiliga spønað. Men tað gekk, so eg eri væl og virðiliga nøgd, segði Jutta.