Sjey ráðharrar til Føroya á fyrsta fundin í samstarvsráðnum

Fyrsti fundur í nýggja uttanríkis-, trygdar-, og verjupolitiska samstarvsráðnum millum Føroyar, Danmark og Grønland  verður í Føroyum hósdagin 9. juni.

 

 

Samstarvsráðið bleiv formliga skipað seinasta heyst og Føroyar hava formansskapin í fyrstu setuni.

 

Til fundin hósdagin luttaka ikki færri enn 10 ráðharrar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi.

 

Høvuðsendamálið við samstarvsráðnum er at tryggja kunning og samskipan í mun til uttanríkis, trygdar- og verjumál fyri Føroyar, Danmark og Grønland.

 

- Eg fegnist eisini um, at vit nú hava fyrsta fundin í nýggja samstarvsráðnum, har øll trý londini í ríkisfelagsskapinum sita runt um borðið og á jøvnum føti viðgera uttanríkis- verju- og trygdarpolitikk. Hetta er neyðugt og vitnar um at tað eru nýggjar og semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, sigur Bárður á Steig Nielsen løgmaður

 

Eftir fundin hósdagin verður tíðindafundur í Tinganes kl. 16.30, har Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Mette Frederiksen forsætisráðharri og Múte B. Egede landsstýrisformaður luttaka.

 

Luttakarar til fundin í samstarvsráðnum

 

Føroyar

 

  • Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (formaður)
  • Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
  • Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

 

Danmark

 

  • Mette Frederiksen, forsætisráðharri
  • Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri
  • Mattias Tesfaye, løgmálaráðharri
  • Morten Bødskov, verjumálaráðharri

 

Grønland

 

  • Múte B. Egede, landsstýrisformaður
  • Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis-, vinnu- og handilsmálum
  • Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í fíggjar- og javnstøðumálum