Tølini siga, at 1-0 sigurin mikukvøldið var tann fyrsti á útivølli ímóti HB síðani í 2001.
Ta ferðina vann KÍ 2-1. Rógvi Jacobsen skoraði fyri HB, og Kurt Mørkøre og Fríðin Ziskason skoraðu fyri KÍ. Lagið var ikki minni gott ta ferðina, tí sigursmálið varð skorað í 88. minutti.
- Sjálvandi eri eg nøgdur. Hetta var 8. ferðin á rað, at vit ikki taptu, og hetta var onnur ferðin á rað, at einki mál fór ígjøgnum hjá okkum. Hugburðurin var góður, og í løtum útinntu vit til fulnar tað, sum vit høvdu avrátt, staðfesti væl nøgdi KÍ venjarin Eyðun Klakstein.