Føroyska talvlandsliðið vann í týsdagin 3-1 á Trinidad & Tobago
Sigurin lyfti Føroyar upp á 81. plássi á Talv-OL, nú 11 umfør eru telvað.
Mótstøðumenninir í dag høvdu nakað lægri rating enn okkara, og fyri tað mesta eydnaðist eisini at sannføra um, hví so var.
Olaf Berg á øðrum borði mátti tó lúta fyri mótstøðumanninum, men hinir tríggir føroyingarnir vunnu sítt talv í dag. Teir vóru Hans Kristian Simonsen, John Rødgaard og Eyðun Nolsøe.










