Fyrstu bøkurnar frá Bókadeildini eftir summarferiuna eru nú í handlunum. Umframt nógv umtalaðu ungdómsrøðina Half Bad, eru eisini klassikarar at finna í rúgvuni, eitt nú Heksirnareftir Roald Dahl, Bukkarnir Brúsi og tvær søgur um Herviliga Henry.
Millum bøkurnar, sum Bókadeildin hevur givið út, eru tvær bøkur um Dáva. Tað eru tvær pappbøkur til tey yngstu. Bøkurnar eru um tikaradrongin Dáva og hundin Floy. Niels Jákup Thomsen hevur týtt.
Seinast vit hoyrdu frá bukkunum Brúsi, róku teir trøllið út úr baðilandinum. Nú koma teir aftur. Teir tríggir fara aftur niðan í feitilendið sum vanligt, men hvar er trøllið? Pauli Hansen týddi.
Í samband við at Tjóðpallurin er farin undir at spæla leikin Heksirnar, sum er bygdur á bókina við sama heiti eftir Roald Dahl, hevur Bókadeildin endurútgivið klassisku barnabókina. Eyðun Andreassen týddi bókina.
Herviligi Henry er eisini aftur upp á spæl og sum ikki einaferð gongur tað út yvir beiggja hansara, Frálíka Fríðrik. Teir kappast um fjarstýringina, um grøna dinosaurin, hvør skal gera ditt, og hvør skal sleppa datt. Hesar bøkurnar hevur Bergur Rasmussen týtt.
Half Bad er nýggjasta skotið á fantasy-stammuni, sum serliga vendir sær móti teimum ungu. Half Bad snýr seg um Nathan, sum er hálvur hvítheks og hálvur svartheks og tí hoyrir ongastaðni heima, hvørki her ella har. Pápi hansara er tann mest ræðandi og harðliga heksin heimurin hevur sæð, Marcus. Samstundis er pápin tann einasti, sum kann bjarga Nathan.