Sjey á nýggjum borgaralista í Vestmanna

Vestmenningar fáa í øllum førum tveir listar at velja í til bygdarráðsvalið, sum verður 8. november.

 

Á seiansta bygdarráðsvalið var bara ein listi við 10 fólkum, harav sjey vórðu vald.

 

Tann listin, sum varð valdur seinast, kallast nú Vestmannalistin, og hann hevur stillað 10 fólk upp.

 

Les eisini: Hesi 10 stilla upp á Vestmannalistanum

 

Á nýggja listanum, sum kallast Borgaralistin í Vestmanna, eru hesi fólkini uppstillað higartil:

 

Ingi Olsen

Hilbert Elisson, bygdarráðslimur

Eyđun Hansen

Martha Joensen

Símun Jákup Højsted

Egil B. Heinesen

Rigmor Rasmussen

 

Hesi vórðu vald í bygdarráðið seinast:

NÝVALT BYGDARRÁÐ

 

 

LISTI

NAVN

ATKVØÐUR

LISTI A

PAULI T. PETERSEN

140

LISTI A

KARL A. OLSEN

126

LISTI A

HILBERT ELISSON

71

LISTI A

DURITA Á HEYGUM

66

LISTI A

MALAN STÓRÁ

64

LISTI A

HERIT MAGNUSSEN

63

LISTI A

JOHN ZACHARIASSEN

56

 

Umframt tey, sum vórðu vald á lista A seinast, stillaðu hesini eisini upp:

NAVN

ATKVØÐUR

ØSSUR CHRISTIANSEN

39

JÓGVAN EMIL NIELSEN

35

ANDREA J. NIELSEN

17

 

677

 

Tey á nýggja listanum halda, at tað er ov lítið við einum lista í eini miðalstórari kommunu sum Vestmanna.

 

– Tí hava vit á Borgaralistanum gjørt av at gera eina roynd at skapa størri áhuga fyri kommunuvalinum í Vestmanna, við minst einum lista afturat.

 

Tey hava gjørt eina valskrá, sum sæst á facebookbólkinum Borgaralistin í Vestmanna