Sjey milliónir meira til serviðgerðir uttanlands

Jørgen Niclasen, landsstýrsmaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri tingið eykajattanaruppskot upp á sjey milliónir undir heilsumálum til serviðgerðir uttanlands.

Jørgen Niclasen, landsstýrsmaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri tingið eykajattanaruppskot upp á sjey milliónir undir heilsumálum til serviðgerðir uttanlands.

 

Frammanundan hesi umbønini hevur Løgtingið veitt 2,75 milliónir krónur netto í eykajáttanum í hesum fíggjarárinum, verður upplýst í uppskotinum.

 

Sambært lógini hava persónar, ið búgva her í landinum, rætt til ókeypis viðgerð frá sjúkrahúsverkinum. Rætturin til ókeypis viðgerð fevnir eisini um viðgerð í Danmark ella í øðrum landi, tá ið ávísingin er gjørd í samsvari við tær av Visitatiónsnevndini givnu leiðreglur.

 

– Nú árið er meira enn hálvrunnið, eru greiðar ábendingar um, at neyðugt verður at fáa eykajáttan fyri, at játtanin til Serviðgerð uttanlands í 2014 kann halda. Metingin við sjúklingaferðum, miðalkostnaði frá 2013 og við árligum prísvøkstri á 2% gevur ábending um eina samlaða meirnýtslu á umleið 7 milliónir krónur í 2014 við verandi gongd. Av tí at trupult er at meta um tal av dýrum sjúklingaferðum, og tí rokningar koma seint, er enn ávís óvissa um upphæddina, hóast onki er at ivast í, at játtanin ikki fer at halda, sigur Jørgen Niclasen.

 

– Orsøkin til trupulleikan er serliga, at miðalkostnaðurin á Serviðgerðini í 2013 vísti seg at vera munandi hægri enn væntað í fíggjarlógartilgongdini, og at talið av sjúklingaferðum hevur verið hægri higartil í ár, enn væntað. At serliga nógvar rokningar fyri 2013 – 30 milliónir krónur av tilsamans 103 milliónum krónur – vegna roknskaparumleggingar komu frá Region Hovedstaden eftir ársenda, gjørdi tað enn truplari enn vanligt at meta um støðuna í fíggjarlógartilgongdini, sigur hann.

 

Fíggjarmálaráðið metir, at framskrivað nýtsla verður sjey milliónir krónur hægri enn játtað, og verður tískil biðið um eykajáttan á hesa upphædd.

 

Málið kemur til fyrstu viðgerð á løgtingsfundi í morgin klokkan 10.