Sjey milliónir afturat til bardagan ímóti koronu

Ein partur av pengunum skal brúkast til at kanna fólk, sum koma til Føroya

Korona herjar landið sum ongantíð fyrr og tí er tað neyðugt at játta meiri pengar til stríðið ímóti farsóttini.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tí hevur hann nú lagt uppakot fyri Løgtingið um at játta sjey milliónir afturat til bardagan ímóti koronu. Av teimum skulu fimm milliónir brúkast til at styrkja farsóttartilbúgvingina og tvær milliónir skulu brúkast til at kanna tey, sum koma uttanlands til Føroya.

 

Annars gjørdi Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi vart við seg í gjár um tær kanningarnar, tá ið ferðafólk koma til Føroya. Hon undrast á, hví summi sleppa undan at rinda og hví landskassin rindar fyri tey.

 

Les meiri um tað her: Undrast á at tað er ókeypis