– Í gjár gjørdu vit tað, sum vit hildu altíð bara fór at vera ein ynskidreymur: Svumu av Akrabergstanga út á Flesjarnar, sum liggja umleið 5 km suður úr Suðuroynni.
Soleiðis skrivar Niels Juel Arge á Facebook. Hann er ein av teimum seks úr HS rørsluliðnum – ella »geil 5« í Svimjihøllini í Havn, sum eisini sýndu roysni í síðsta mánaði við at svimja úr Tjørnuvík út á Risan og Kellingina.
Teir sjey, sum svumu teinin út á Flesjarnar suður úr Akrabergi, vóru:
Niels Juel Arge
Eyðun Húsgarð
Leivur Dahl Michelsen
Erling Høgnesen
Erling Eidesgaard
Jon Hestoy
Erlendur Simonsen
– Okkum kunnugt er hetta ikki gjørt áður, skrivar Niels Juel Arge og heldur fram:
»Svimjiteinurin varð góðar 6 km, og tíðin var knappar 2 tímar. Sjey svimjarar frá HS-rørsluliðnum ella 'geil 5' í svimjihøllini, sum tann regluliga venjingin fer fram á, svumu í einum bólki út á Flesjarnar, og tað var rímiliga hart og avbjóðandi. Kanska serliga tí at talan er um víðopið hav og eitt tað streymharðasta øki kring oyggjarnar.
Ein má passa sær løgir til slíka ferð, og nógvir staðkendir heimildarmenn sunnast í Suðuroy, m. a Sjúrður í Steinhúsinum, hava verið spurdir til ráðs. "Farið ikki ov tíðliga á eystfallinum", og "Tit hava í mesta lagi eitt korter hvørju megin at koma so nøkurlunda snikkaleysir inn ímillum flesjarnar, og kanska klára at vinna upp á onkra teirra".
Tað gjørdu vit lukkutíð: Stóra Fles og nógvu kóparnir har á leiðini fingu heiðurin av okkara vitjan.
Gjálvut og sjaskut var í sjónum allan vegin út, so menn stríddust við svølgt saltvatn, sjóverk og streym, og tá ið vit loksins fingu bart okkum av flesini aftur, og blivu stimaðir av Actionboat yvir á Thorshavn, vóru menn útlúgvaðir - ja, heilt einfalt spønaðir. Summir spýðu á svimjitúrinum, og aðrir skurslaðu seg ikki sørt á flesini, og í heila tikið stóð nógv á monnum, eisini áðrenn túrin: Fór hetta nú at rigga, ella var tað óðamannaverk?
Gummibáturin, sum Frits Strøm stýrdi, og vísti okkum leiðina gjørdi eitt megnararbeiði, tí tímingin hevði alt at siga orsakað av streyminum. Hann brúkti eina navigatións-app til endamálið og hevði nokk at gera, tí komu vit ov seint út, kláraðu vit ikki at svimja ímóti streyminum.
Sumbingar hava sera stóra virðing fyri Røstini, sum er strongurin úr Akrabergi út á Flesjarnar/Sumbiarsteinar. Vit svumu júst ta leiðina, men tað var altavgerandi, at streymurin var góður, tímingin røtt, skiparin góður og svimjararnir treiskir.
Mamma Erling Eidesgaard - sum hevur lagt einamest í hesa fyrireiking - segði tað kanska so rámandi í gjárkvøldið:
'Tit eru óførir, men svakir!
Stóra takk til allar hjálparbátar: Thorshavn v/Jóannes Eidesgaard, skipara, Jógvani, maskinmanni, Frits, manning og leiðbeinara og Leivur Nygaard, myndatakari.
Eisini var Actionboat úr Vági við Sigurd Gudmundsson við umframt tveir bátar úr Sumba, annar við Marlon Kjærbo og soninum Rúna, og Helgi Enni kom við báti av Tvøroyri. Og so sjálvandi takk til okkara egnu baklond, tolnar eru tær og tey!
– Tað verður torført at finna ein nógv meiri avbjóðandi túr enn hendan, men vit fara helst at royna, skrivar Niels Juel Arge.
Fleiri myndir síggjast á Facebook VIÐ AT TRÝSTA HER
#openwaterswimming#sumbiarsteinar#akrabergstangi#geil5#hs#thorshavn