Sjey mánaðar í fongsul fyri at smugla hassj

Svølgdi 280 gramm av hassji, tikin á flogvøllinum.

Ungi maðurin, sum fyri tveimum vikum síðani var dømdur fyri at hava smuglað stívliga 300 gramm av hassji til Føroya, hevur nú fingið revsingina kunngjørda.

 

Endaliga revsingin gjørdist sjey mánaðar fongsulsrevsing.

 

Av tí at maðurin var ákærdur í einum øðrum sakarmáli, valdi dómarin at útseta kunngerðina av revsingini, til dómur var fallin í tí málinum. 

 

Les eisini Svølgdi 280 gramm av hassji.

 

Maðurin var ákærdur fyri at hava smuglað yvir 300 gramm av hassji til Føroya. Hann hevði svølgt 280 gramm í størri og smærri pakkum, og hevði eini 20 gramm uppi á sær, tá tollvaldið á flogvøllinum steðgaði honum.