NATO-londini samdust á fundi í Prag í gjár um at geva sjey eysturevropeiskum londum limaskap í verjusamgonguni.
Tey sjey nýggju limalondini eru Estland, Letland, Litava, Slovakia, Slovenia, Bulgaria og Rumenia, men formliga veraa tey ikki limir í samgonguni fyrr enn í 2004. Fyri trimum árum síðani komu Kekkia, Ungarn og Póland upp í NATO.
NATO-aðalskrivarin, George Robertson, sigur, at tey nýggju limalondini fara at gera NATO sterkari og fara at gera framtíðina hjá verjusamgonguni tryggari.