Sjey listaverk til Íslands

Listasavn Ísafjarðar keypti ikki minni enn sjey listaverk eftir Aase Bømler Olsen, Astri Luihn, Torbjørn Olsen og Olivur við Neyst aftan á ta væleydnaðu framsýningarrøðina í heyst í Gallerí Slunkaríki í Ísafirði.

Fyri at hátíðarhalda framsýning nummar 200 hjá gallarínum vóru føroysku listafólkini boðin at hava stakframsýningar. Nógv var gjørt burtur úr, tá listafólkini vóru á vitjan í Ísafirði í august, tá framsýningina hjá Astri Luihn lat upp.

Størsta tíðindablað í Íslandi, Morgunblaðið, hevði fleiri ferðir umrøðu av framsýningarrøðina í sínum leygardagsískoyti, Lesibókin.

Nú seinasta framsýningin hjá Olivur við Neyst eru av, kann sigast at væl hevur verið vitjað og áhugan fyri føroyskari list hevur verið stórur.