Tað er greitt, nú freistin at stilla upp var úti í gjár.
Frammanundan var greitt, at teir fimm flokkarnir, sum eru í býráðnum, allir stilla uppaftur: Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.
Formaðurin í Streymoyar Sjálvstýrisfelag váttaði fyri in.fo fyrr í vikuni, at Sjálvstýri – eins og við seinasta býráðsval – ikki stillar upp hesaferð.
Men greitt er nú, at Sjálvstýri kortini stillar upp. Manningin á listanum hjá Sjálvstýri er ein samanrenning av fólkum, sum stillaðu upp fyri Framtakið fyri rættinum at nýta kannabis og Sjálvstýrinum, sum stillaðu upp til løgtingsvalið í fjør.
Rókur Tummasarson, formaður í valstýrinum í Tórshavnar kommunu, váttar í morgun, at Borgaralistin, sum Rani Skaalum hevur arbeitt við, eisini stillar upp.
Soleiðis verða sjey listar at velja ímillum hesaferð í mun til fimm listar á seiansta býráðsvali.