Kenda amerikanska tíðarritið "Forbes" hevur kunngjørt ein lista yvir teir 10 ítróttaríðkararnar í heiminum, sum hava størst marknaðarvirði, tá kemur til at selja vørur gjøgnum lýsingar.
Einasti fótbóltsspælarin á listanum er Cristiano Ronaldo, sum er dottin aftur á eitt áttanda pláss á listanum. Cristiano Ronaldo hevur eitt marknaðarvirði í lýsingarheiminum, sum svarar til 105 miljónir krónur í okkara peningi.
Kendi golfspælarin, Tiger Woods er veruliga komin afturíaftur, og hevur nú eitt marknaðarvirði í lýsingarheiminum, sum svarar til 200 miljónir krónur í okkara peningi.
Listin hjá "Forbes" við teimum 10 ítróttaríðkarunum, sum hava størst marknaðarvirði sær soleiðis út, um roknað verður um til okkara pening :
1. Tiger Woods, golf, 200 miljónir krónur
2. Phil Mickelson, golf, 185 miljónir krónur
3. LeBron James, kurvabóltur, 184 miljónir krónur
4. Roger Federer, tennis, 183 miljónir krónur
5. Mahendra Singh Dhoni, cricket, 137 miljónir krónur
6. Usain Bolt, frælsur ítróttur, 119 miljónir krónur
7. Kevin Durant, kurvabóltur, 118 miljónir krónur
8. Cristiano Ronaldo, fótbóltur, 105 miljónir krónur
9. Rory McIlroy, golf, 80 miljónir krónur
10. Floyd Mayweather, nevaleikari, 77 miljónir krónur










