Sjey heiðursmerkir til Føroyingar í jiu-jitsu

Fyrsta ferðin hjá einum føroyskum liði at kappast í stríðsítróttin brasilianskt jiu-jitsu endandi við sjey heiðursmerkjum

 

Aron fekk bronsu í No-GI

22. og 23. apríl var árliga Danish Open Jiu-Jitsu kappingin í Hillerød. Tá vóru fimm íðkarar úr Føroyum í Danmark at luttaka. Hesir íðkarar umboðaðu báðar Jiu-Jitsu skúlarnar í Føroyum, sum eru Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar. 

Yvir 1.000 tilmeldingar vóru úr 29 londum til hesa kappingina. Eitt av hesum eru Føroyar, sum er tað landið, sum hevur mest tilmeldingar pr. Íbúgva. 

Kappingin var deild upp eftir aldur, kyn, vekt og belti. Kappast var bæði við og uttan Jiu-jitsu búnan (GI og No-GI). Tey fimm, sum fóru til Danmarkar at kappast, vóru: 

Áron Joensen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu), fekk bronsu heiðursmerki

Bjartur Bernhardson Thomsen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu), fekk silvur heiðursmerki 

Djóni Strømsten (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar), fekk tvey silvur heiðursmerki 

Eliane Campos Klein (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu) fekk silvur heiðursmerki

Levi Jakobsen (Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu) fekk eitt silvir og eitt bronsu heiðursmerki Føroyar endaðu á 9. Plássið millum londini sum vóru við til kappingina. 

– Vit í Jiu-Jitsu feløgunum eru vælnøgd við hetta úrslitið og hava ætlanir um at fara til fleiri kappingar uttan fyri Føroyar, skrivar Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu og BJJ Vágar.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

 

 

Aron fekk bronsu í No-GI

Bjartur fekk silur í No-GI

Djóni fekk silvur í GI

Djóni fekk silvur í No-GI

Elliane fekk silvur í No-GI

Levi fekk silvur í GI

Levur fekk bronsu í No-GI