Eftir at fuglakrím nú hevur verið staðfest, bæði í villum fugli og heimafugli í Føroyum, verður alt landið nú gjørt til eitt øki, har tey, sum hava flogfenaði skulu vera sera ansin. Fyribils verður tað galdandi til 13. desembur í ár.
Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, nú fuglakrím eisini er staðfest í Føroyum. Higartil hevur tað, tíbetur, ikki, elvt til álvarsama sjúku hjá fólki, men tað er ein ávísur vandi – hóast hann er sera lítil, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Tann vill fuglurin, fulgakrím er staðfest hjá, er skúgvur, svartbakur, súla, gamal náti, ravnur, fiskimási, bládúgva og kjógvi - og talan er um smittu allastaðni í landinum.
Samstundis heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk, sum finna fýra, ella fleiri, sjúkar, ella deyðar fuglar í sama øki, um at boða frá. Her hugsað tey serliga um ránsfugl og heimafugl, men eisini um annan annan fugl. Í fráboðanini skulu fólk helst siga, hvat slag av fugli talan er um og hvar hann er funnin.
Vegna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl. Ein góður vani er altíð at vaska sær um hendurnar eftir at hava verið í sambandi við djór. Tey, sum hava við heimafugl at gera, skulu serliga hugsað um hesi viðurskifti fyri at verja fuglin ímóti smittu.
– Hav eitt vakið eyga við fuglunum.
Djóraeigarar skulu hava eitt serliga vakið eiga við fuglunum fyri at uppdagað, um fuglarnir síggja út til at vera sjúkir.
– Gev Heilsufrøðiligu starvsstovuni boð, um fuglurin gerst sjúkur ella doyr.
Verður meiri enn ein fuglur í einum djórahaldi, sjúkur, ella doyr, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan hava boð um hetta.
– Livandi fuglur skal ikki flytast ímillum ymisk djórahald.
Fyri at tálma smittuvandanum sum mest, skal livandi fuglur ikki flytast ímillum ymisk djórahald, meðan alt landið er eitt øki.
– Fóðra heimafuglin innandura, undir taki ella ver hjá til fuglurin er liðugur at eta.
Heimafuglur skal helst fóðrast innandura ella undir taki, tí tá verður minni av villum fugli drigin til økið, og tá er smittuvandin munandi minni. Eru ikki umstøður at fóðra fuglin undir taki, kann fólk standa hjá honum ímeðan fóðrað verður, og og so skal avlopið takast við aftur, tá ið fuglurin er liðugur at eta.
– Lat vera við at fóðra villan fugl.
Fyri at byrgja fyri smittu frá villum fugli til heimafugl, skulu tey, sum hava heimafugl, ikki fóðra villan fugl, ímeðan alt landið er eitt øki.
– Reinsa fótbúnaðin.
Skógvar og stivlar kunnu eisini lættliga dálkast av fuglaskarni, og øðrum, ið kann bera smittuna, og tí skal fótbúnaðurin reinsast, áðrenn og farið verður út í høsnarhús og inngirðingar, har heimafuglur er, og hann skal eisini reinsast aftan á.
– Minka um sambandið millum heimafugl og villan fugl.
Mælt verður eisini til at skerja sambandið ímillum heimafugl og villan fugl, og øki, har ið villur fuglur heldur til. Hetta minkar um smittuvandan.
Verður deyður fuglur funnin tætt við hús og urtagarðar, og Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki metir, at tað er neyðugt at kanna fuglin nærri, kann fuglurin burturbeinast við vanliga húsarhaldsburturkastinum. Men tað er týdningarmikið at hugsa um reinføri, tá ið fuglurin verður tikin upp. Tilmælini eru hesi:
– Ver í handskum
– Best er at taka fuglin upp við einum posa á ranguni, og smoyggja posan útyvir fuglin
– Bind knút á posan, og koyr hann í skrell
– Vaska tær væl um hendurnar
– Vaska klæðir og útgerð, ið hevur nortið við fuglin
Fuglakrím er ein sjúka, ið kann smitta øll sløg av fugli. Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar. Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru ringur matarlystur, høvdið hovnar, og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini. Tó er ikki óvanligt at finna nógvar deyðar fuglar, áðrenn ein ansar eftir nøkrum nevniverdum sjúkuteknum, og rættiliga nógvur fuglur kann doyggja. Sjúkan rakar høsnafugl harðari enn antarfugl, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.