Jarðskjálvtin, sum var har eysturi í Turkalandi í gjárkvøldið, hevur kravt í minsta lagi sjey mannalív. Tað siga myndugleikarnir, sum leggja afturat, at bjargingarlið leita framvegis eftir meiri enn 100 fólkum í teimum rapaðu húsunum. Umleið 20 fólk eru bjargað á lívi undan húsaleivdunum.
Jarðskjálvtin gjørdi, at 25 bygningar rapaðu, men til alla lukku var eingin í 22 av bygningunum, tí teir hava staðið tómir síðani jarðskjálvtan, sum var í sama øki í síðsta mánað. Annar av bygningunum, sum fólk vóru í, var eitt gistingarhús í seks hæddum. Sum skilst vóru tað yvirhøvur tíðindafólk og starvsfólk hjá hjálparfelagsskapinum Reyða Hálvmána, sum búðu har.
Jarðfrøðingarnir duga ikki at siga, at jarðskjálvtin í gjárkvøldið var ein eftirskjálvti eftir skjálvtan tann 23. oktober, ella um hetta var ein sjálvstøðugur skjálvti.