Sambært løgregluni vóru tað serliga tvær bygdir, sum vórðu raktar av vindi og onkrum smærri vindskaðum í gjár.
Hetta vóru Sandur og Sandavágur, og síðan var okkurt leyst byggitilfar á flogvøllinum við at fara á flog.
- Fyrsta fráboðan um vindskaða á Sandi kom klokkan 13.30, og síðan komu nakrar fráboðanir fram tll klokkan 15.30. Talan var tó mest um smáttaríir.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tveir garðar á Sandi vóru í ferð við at fara av vindi, og onkur fiskakassi var farin sær ein túr.
- Tað var eisini nógv regn um landið í gjár, og onkur stúrdi fyri, at onkur typt renna kundi enda inni í kjallaranum.
Løgreglan sigur, at í Sandavági var ein tekja á einum vinnubygningi við at ríva, og á flogvøllinum var leyst byggitilfar við at fara á flog.
- Ættin má hava verið ring á hesum støðum, tí vit fingu ongar aðrar fráboðanir um vindskaðar um landið, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.











